- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki tørvur á stórum barnaheimi longur
Almannaverkið heldur, at tørvurin at byggja eitt nýtt, stórt barnaheim er ikki tann sami, sum hann hevur verið, tí børnini, sum høvdu tørv á at verða flutt, eru flutt, ella um at vera flutt í onnur hóskandi høli.
Hetta kom í rættlag, eftir at Løgtingsins umboðsmaður var á eftirlitsvitjan í 2020.
Tað sigur Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, í svari til Djóna Nolsøe Joensen, tingmann, sum hevur spurt, um ætlanin er at halda fast við ætlanina hjá Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir, fyrrverandi landsstýriskvinnu í almannamálum, um at byggja barnastovnar og ikki barnaheim.
Ætlanin hevur verið at hyggja nærri at, um tørvur er á smærri bústaðareindum.
Fakliga verður dentur lagdur á, at hesir bústaðir eru egnaðir og innrættaðir eftir tørvinum hjá hesum børnum, eins og dentur verður lagdur á eitt heimligt, mennandi og stimbrandi umhvørvi, har trivnaðurin hjá børnunum verður raðfestur.
Sólvit Nolsøe sigur, at hann hevur ikki enn havt høvi til at meta um, um haldast skal fast við ætlanina hjá fyrrverandi landsstýriskvinnuni.
Djóni Nolsøe Joensen spurdi eisini, hvørjar fakligar orsøkir er at byggja barnabústovnar í staðin fyri barnaheim, og nær væntast kann, at bøtt verður um umstøðurnar hjá okkara mest sárbæru børnum.
Lesið svarið frá landsstýrismanninum her:
Sólvit Nolsøe svarar, at