Nýtt føroyskt met á 200 metrum

Nýtt føroyskt met á 200 metrum
Dánjal Dahl Ljósheim tók føroyska metið á 200 metrum í síni fyrstu kapping, síðan hann fór flutti til Keypmannahavnar í summar
Dánjal Dahl Ljósheim tók metið á 200 metrum í kapping í Danmark
Mynd: Hvirlan.fo  
 
30.01.2022 - 16:46

Dánjal Dahl Ljósheim setti nýtt føroyskt met í 200 metra renning í kapping í Randers.

Hann rann teinin upp á 23,25 sekund, 0,26 sekund skjótari enn gamla føroyska metið, sum Dánjal Dahl Ljósheim átti sjálvur. Tíðin var eisini undir kravtíðini hjá FÍF til oyggjaleikirnar í 2023. 

Hetta er fyrsta kappingin hjá stuttteinarennaranum, síðan hann flutti til Keypmannahavnar í summar. Har rennur hann við felagnum, Sparta.

Dánjal Dahl Ljósheim royndi seg eisini á 400 metrum, og har rann hann 0,78 sekund skjótari, enn hann fyrr hevur runnið innandura.

Tórur Mortensen kappaðist eisini í trístøkk í Randers. Hann hevur lopið omanfyri 15 metur til venjing, men fekk ikki sokallaðu atrenningina at sita, og endaði tískil við at leypa 14,84 metur. Tað er góðan hálvan annan metur omanfyri oyggjaleikakravið.

Tórur Mortensen er í løtuni langt fremst á danska styrkislistanum, sum liggur til grund fyri úttøku til danska landsliðið, sum skal til NM í mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946