Lættari at kæra um skatt

Lættari at kæra um skatt
Kommunalu skattakærunevndirnar og Toll- og skattaráðið verða løgd niður
Tað skal gerast einfaldari at kæra um avgerðir hjá TAKS.
 
30.01.2022 - 16:33

Tað skal gerast lættari at kæra um skatt.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina um toll- og skattafyrisiting, so kæruskipanin verður einfaldari. 

Hann sigur, at tíðin er farin frá at hava kommunalar skattakærunevndir. Sjey slíkar nevndir eru.

Tær gevast, tá hetta valskeiðið hjá teimum er liðugt.

Í staðin fyri er ætlanin, at kærur um eitt nú skattaálíkning kunnu kærast beinleiðis til Føroya kærustovn. 

Semja um broytingina

Kommurnar, TAKS og Kærustovnurin eru samd um broytingina. 

Landsstýrismaðurin mælir eisini til at avtaka Toll- og skattaráðið. 

Hann sigur, at royndirnar higartil tala fyri, at uppgávurnar hjá Toll- og skattaráðnum sum heild kunnu leggjast til TAKS. 

Útreiðslan til nevndarsamsýning til Toll- og skattaráðið 132.000 kr. í fjør. 

Samanumtikið verður farið burtur frá, at kærur um skatt og avgjøld kunnu roynast í tveimum fyrisitingarligum rættarstigum.

Kæruskipanin verður einfaldari, tá kærast kann beinleiðis til Kærustovnin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109