Endurgjald fyri sorgarfarloyvi

Endurgjald fyri sorgarfarloyvi
Uppskotið hevur til endamáls at veita foreldrum rætt til endurgjald, um doyr ella er deyðføtt
Sólvit Nolsø er landsstýrismaður í almannamálum.
 
28.01.2022 - 13:46

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur sent eitt lógaruppskot til ummælis, sum hevur til endamáls at veita foreldrum rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, um barn, yngri enn 18 ár doyr, ella um barnið er deyðføtt.

Løgtingið hevur fyrr heitt á landsstýrið um at bera so í bandi, at foreldur, sum koma í hesa ringast hugsandi støðuna, skulu fáa møguleikan at syrgja, uttan at skula hugsa um at verða sjúkrameldað, søkja um dagpening, ella at arbeiðsgevarin verður álagdur at rinda løn í langa tíð.

Sambært uppskotinum fara foreldrini at fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku upp til umleið 25.500 kr. um mánaðin, og endurgjaldið kann veitast í seks mánaðir í part.

Gongst sum ætlað, kemur broytingin í gildi 1. januar 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946