
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg setur Taliban krøv

Norska stjórnin hevur sett krøv til sendinevndina hjá Taliban, sum seinastu dagarnar hevur vitjað í Norra.
- Vit hava sett greið krøv til Taliban í samrøðunum, sum hava verið í vikuni.
Tað sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, úr Arbeiðaraflokkinum.
Gentur aftur í skúla
Hon sigur, at samrøðurnar eru ein byrjan, og at tónin hevur verið púra greiður.
Á listanum yvir krøv er millum annað, at gentur yvir 12 ár skulu sleppa aftur í skúla í Afganistan. Esini skulu neyðhjálparfelagsskapir sleppa inn í landið at veita neyðhjálp. Allir afganar skulu hava atgongd til mat og heilivág, og mannarættindi skulu virðast.
- Nú fáa vit at síggja, um teir gera tað, sigur Anniken Huitfeldt, uttanríkisráðharri, við tíðindastovuna NTB.
Anniken Huitfeldt er uttanríkisráðharri í Noregi. (Mynd: Aftenposten)