Seks føroyingar við til judokapping í Reykjavík

Seks føroyingar við til judokapping í Reykjavík
Vónirnar eru góðar til føroysku íðkararnar, sum skulu kappast í Reykjavík Judo Open um vikuskiftið. Serliga Bárður Lervig og Jógvan Páll Kristiansen kunnu gera vart við seg
Bárður Hentze Lervig er ein av føroysku luttakarunum í Reykjavík Judo Open
 
25.01.2022 - 14:15

Góðar vónir eru til føroysku judoíðkararnir, sum um vikuskiftið fara til Íslands at kappast í Reykjavík Judo Open.

Serliga Bárður Hentze Lervig úr Havnar Judofelag og Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag kunnu gera um seg, metir formaðurin í Judo Føroyar, Sofus Debes Johannesen. 

 - Eg havi góðar vónir til Bárð og Jógvan Páll, sigur formaðurin.

Hinir fýra luttakararnir eru yngri og skulu venja seg við at kappast í stórum kappingum uttanlands.

 - Hinir eru óroyndir. Hetta er ein kapping fyri seniorar, so teir ungu eru í stóran mun við fyri at royna eina kapping uttanlands og fyri at fáa venjing, sigur Sofus Debes Johannesen og nevnir Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag og Torkil Jespersen Holm úr Suðuroyar Judo, sum eru ávíkavist 17 og 15 ára gamlir. 

Hesir hava størri møguleika at gera vart við seg, tá NM verður í Íslandi í apríl, tí tá verður eisini kappast í juniorbólkinum.

Hinir báðir føroysku luttakararnir eru Hans Jákup Glerfoss og Jóan Petur Petersen úr  Klaksvíkar Judofelag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946