Jóannes Poulsen skeyt seg til áttanda pláss í Nimes

Jóannes Poulsen skeyt seg til áttanda pláss í Nimes
Bogaskjúttin, Jóannes Poulsen, skeyt seg upp á eitt áttanda pláss í sterkari kapping í Fraklandi um vikuskifti
Jóannes Poulsen fekk áttanda plássið í compound í Nimes
 
25.01.2022 - 15:31

Jóannes Poulsen varð nummar átta av 110 compound-skjúttum, tá sterk bogaskjótikapping var í Nimes í Fraklandi um vikuskiftið.

Føroyski skjúttin rakk fjórðingsfinaluni, har Roberto Carosati gjørdist ov sterkur. 

 - Eg var væl nøgdur við úrslitið, serliga tá nógvir heimsmeistarar og elituskjúttar vórðu úti áðrenn eg, sigur Jóannes Poulsen.

 - Men skjótingin hjá mær kundi verið millum tvey til fýra stig betur.

Hetta var fyrsta stóra kappingin hjá Jóannesi Poulsen í ár.

 - Hetta hevur eisini samband við royndir, nervar og trúgv upp á tað, og tað tekur sína tíð til eg verði nøgdur við tann partin, sigur Jóannes Poulsen. 

Jóannes Poulsen fekk fyri kortum 100.000 krónur í úrvalsstuðuli frá ÍSF, og ætlanin er, at nýta peningin til at taka lut í fleiri kappingum uttanlands.

Næsta kappingin, sum er á skránni, er EM í innandura skjóting í Slovenia. Hon er frá 14. til 19. februar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907