Ein høll aftrat ella dupulthøll

Ein høll aftrat ella dupulthøll
Ætlanin er at kanna ymsar loysnir í samband við, at ein høll skal gerast aftrat í Gundadali
Tórshavnar kommuna tók við Gundadalshøllini í fjør.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
25.01.2022 - 09:02

Kannað verður nú, um ein høll skal byggjast aftrat Gundadalshøllini í Havn, ella um ein nýggj dupulthøll skal byggjast.

Tórshavnar kommuna tók við Gundadalshøllini í fjør.

Lendið norðan fyri høllina er í ávísan mun byggibúgvið frá byggingini fyrst í áttatiárunum, tá ætlanin var at byggja eina dupulthøll. 

Kanningarnar verða gjørdar fyri at fáa betri grundarlag fyri politiskari støðutakan um framtíðarloysnir.

Býráðið í Havn skal hóskvøldið taka støðu til eitt uppskot um at samtykkja at heimila umsitingini at fara undir hesar forkanningar við møguligum loysnum í sambandi við eyka høll í Gundadali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946