- Tíðindi, mentan og ítróttur
Styrkisambandið, EB/Streymur og kappróðrarfelagið NSÍ í uppskoti
Føroya Styrkisamband, EB/Streymur og kappróðrarfelagið NSÍ eru í uppskoti til at gerast ítróttafelagskapurin 2021 hjá Ítróttarsambandi Føroya.
Hesin heiðurin verður latin til eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
Føroya Styrkisamband
Føroya Styrkisamband er yngsta sambandið í ÍSF. FSS bleiv stovnað sum menningarsamband í desembur 2019, og hevur tí einans tvey ár á baki. Tó hevur FSS hesa stuttu tíð veruliga megnað at fáa fótin fastan í føroyska ítróttaumhvørvinum, stendur í grundgevingini fyri tilnevningina.
Føroya Styrkisamband hevur megnað at savna ein stóran part av kraftítróttini í ein felagsskap og skipað hevur verið fyri kappingum innan ymiskar greinar her í Føroyum, umframt at almennar føroyameistarakappingar eisini hava verið. Íðkararnir hava staðið seg væl í kappingunum her heima og ikki minst uttanlands.
EB/Streymur
EB/Streymur er ein felagsskapur, ið fevnir um bæði breidd og elitu.
Felagið er sera virkið innan barna - og ungdómsfótbólt, og hevur saman við Eiðis Kommunu og Sunda Kommunu megnað at skipa góðar karmar fyri virksemið hjá sær.
EB/Streymur hevur valt at brúka góðu karmarnar til at taka eina stóra samfelagsliga ábyrgd og hevur valt at bjóða ungdóminum inn í felagshúsið til annað enn bert fótbólt.
Ítróttahúsið við Margáir virkar í dag sum eitt ungdómshús, har hópin av børnum og ungum savnast til ymisk ítriv - eisini børn og ung, sum ikki íðka fótbólt.
Kappróðrarfelagið NSÍ
Kappróðrarfelagið NSÍ hevur undanfarna ár skarað framúr við sínum hjálpsemi og arbeiði fyri føroyskum kappróðri.
Felagið er kent fyri hjálpsemi og fyri at taka eyka tøk, tá ið á stendur
At skipa fyri kappróðri er bæði tíðarkrevjandi og stundum møtumikið.
Hóast hetta, megnaði felagið í summar at loysa nærum ómøguligu uppgávuna at skipa fyri FM-kappróðri við sera stuttum skotbrái á einans tveir dagar.
Heiðurin verður latin á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF, sum verður á Hotel Hilton leygardagin 5. februar.