Støre: Týdningarmikið at átala Taliban

Støre: Týdningarmikið at átala Taliban
Funnist verður at norska forsætisráðharranum, tí umboð fyri Taliban í Afganistan eru komin til Noregs
Umboð fyri afganska Talibanstýrið í Afganistan komu til Noregs í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.01.2022 - 08:27

- Tað er týdningarmikið, at vit átala tey, sum sita hava valdið í Afganistan.

Tað sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre.

Funnist hevur verið at honum, nú umboð fyri afgansku stjórnina eru komin til Noregs at samráðast. Tey komu í gjár, og vera til í morgin.

- Eg skilji, at atfinningar koma. Talan er um eina rørslu, sum hevur heilt onnur virði enn tey, vit hava. Men vit mugu arbeiða soleiðis, sum støðan er í heiminum, segði Jonas Gahr Støre við NRK í gjárkvøldið.

Menniskjanslig kreppa

Hann vísir á, at Afganistan nærkast eini menniskjansligari kreppu. Fleiri millliónir børn eru í vanda fyri at doyggja í hungri, og næstan 90 prosent av fólkinum hava tørv á hjálp.

- Tá mugu vit spyrja okkum sjálvi, um tað er nakað, vit kunnu gera fyri at sleppa undan eini tílíkari kreppu. Um hetta, sum vit gera, kann gera nakað við tey, sum hava valdið í Afganistan, so haldi eg at tað er rætt at gera, sigur Støre.

Umboðini fyri afgansku stjórning skulu hava fund við norskar myndugleikar, umboð fyri altjóða samfelagið og vanligar afganhar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878