Fleiri føroysk met í danskari kapping

Fleiri føroysk met í danskari kapping
Føroyskir vektlyftarar lyftu um vikuskiftið í Copenhagen Weightlifting Cup, og fleiri teirra settu nýggj føroysk met
Føroysku lyftararnir taka seg støðugt fram og settu fleiri met um vikuskiftið
 
24.01.2022 - 12:09

Heili 15 føroysk met vóru sett, tá føroyskir vektlyftarar um vikuskiftið kappðust í Copenhagen Weightlifting Cup.

Niels Áki Mørk, sum kappast í -67-vektflokkinum, lyfti seg til trý met, sum telja bæði í senior- og juniorbólkinum. Tey vóru 90 kilo trekk, 110 kilo stoyt og úrslitið samanlagt.

Pól Hendrikkur Andreasen tók eisini trý met. Hann lyfti í -73-vektflokkinum. Nýggju metini vóru 93 kilo í trekk, 121 kilo í stoyt og 214 kilo samanlagt. 

Eisini Leif á Bøgarði, sum lyfti í -89 vektflokkinum, tók trý føroysk met. Tey vóru 105 kilo í trekk, 131 kilo í stoyt og 236 kilo tilsamans. Eisini fekk hann besta føroyska sinclair-úrslitið hjá monnum higartil (278 stig).

Sofus Bech lyfti í -96-vektflokkinum. Hann fekk eisini trý føroysk met, sum vóru 102 kilo í trekk, 128 kilo í stoyt og 230 kilo samanlagt.

Maibrit Reynheim Petersen tók einki føroyskt met, men hon fekk sítt hægsta sinclair-stigatal higartil við 197,6.

Føroysku lyftararnir luttøku undir danska felagnum AK Atlas saman við venjaranum, Frank Petersen, sum javnan er í Føroyum og hjálpir til. Vektlyfting er lutfalsliga nýggj ítróttagrein í Føroyum. 

Øll tey tyngstu føroysku lyftini kunnu síggjast her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946