Taliban á veg til Noreg

Taliban á veg til Noreg
Ein sendinevnd fyri Taliban er á veg úr Afganistan til Noreg
Sendinevndin umborð á finska flogfarinum á veg til Noreg
Mynd: Talibanska talsfólkið  
 
22.01.2022 - 17:47

Tað boðar talsfólkið fyri Taliban frá á Twitter. Abdul Qahar Balkhi skrivar á Twitter, at Taliban skal hava samtalur við fleiri umboð fyri Noreg og við afganarar í Noregi. Samtalurnar skulu snúgva seg um neyðhjálp, og um politik, útbúgving og búskaparligar spurningar, skrivar hann.

Privata finska flogfelagið, Jetlife, sum flýgur sendinevndina til Noreg, sigur við Verdens Gang, at tey hava onga viðmerking.

Taliban er ikki viðurkent

Eingi lond hava higartil viðurkent Taliban-stýrið í Afganistan, sum gjørdist víðagitið fyri grovu brotini á mannarættindi, tá teir seinast høvdu valdið í Afganistan.

Samtalurnar um mannarættindi og neyðhjálp millum Taliban og umboð fyri vesturheiminum, - eitt nú USA, ES, Bretland, Frakland, Týskland og Italia, byrja í Oslo í morgin.

Fundirnir merkja ikki, at stýrið í Kabul er viðurkent, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, men vit mugu tosa við teir myndugleikar, sum eru í landinum. Vit kunnu ikki lata politisku støðuna í landinum elva til uppaftur størri humanitera vanlukku, sigur hon.

23 milliónir afganar nærkast hungursmarkinum, og sambært ST er neyðugt við fimm milliónum dollarum í altjóða hjálp til hugursrakta økið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878