Landsbankastjórin: Búskapurin er undir trýsti

Landsbankastjórin: Búskapurin er undir trýsti
Brúkaraprístalið hækkaði 3,4 í fjør upp í 125,8, og tað er tað mesta siðani altjóða fíggjarkreppuna
Malan Johansen er stjóri í Landsbankanum
 
22.01.2022 - 12:00

Um brúkaraprístalið ella inflasjónin er størri enn tvey prosent, er tað eitt tekin um, at búskapurin er undir trýsti. 

Tað sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum. 

Hagstovan hevur kunngjørt, at brúkaraprísirnir í Føroyum hækkaðu 3,4 prosent í fjør.

Prístalið var 121,6 í 2020, men í fjør var tað komið upp í 125,8.

 

Brúkaraprísirnir hækkaðu 3,4 prosent í fjør. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hetta er størsta árliga broyting í brúkaraprístalinum, síðani altjóða fíggjarkreppuna fyri umleið 14 árum síðani.

Brúkaraprístalið er eitt av lyklatølunum, sum hugt verður at, tá metast skal um búskapin, sigur Malan Johansen: 

 

1503714

 

Stjórin í Landsbankanum vísir á, at inflasjónin er farin at vaksa aftur um allan heim, eftir at hon hevur verið lítil eina tíð. Og koronufarsóttin hevur eisini ein leiklut.

 

1503715

 

Upprunaliga vóru tjóðbankarnir bjartskygdir um, at inflasjónin fór at minka, tá virksemið av álvara byrjaði aftur, men nú er tað meira ivasamt. Tí verður nú tosað um at hækka rentuna, sigur Malan Johansen.

 

1503717


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109