Sálarfrøðingur: Breivik er einki broyttur

Sálarfrøðingur: Breivik er einki broyttur
Randi Rosenqvist hevur fyrr kannað Breivik, og verður tí mett sum eitt av høvuðsvitnunum, nú ein dómstólur viðger spurningin, um hann skal verða royndarleyslatin
Hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, vil verða royndarleyslatin, men ein sálarfrøðingur heldur, at hann er einki broyttur, síðani hon kannaði Breivik í 2012 og 2013.
Mynd: RitzauScanpix  
 
20.01.2022 - 10:32

- Eg haldi, at støðan hjá Breivik er tann sama, sum hon hevur verið alla tíðina.

Tað sigur norski sálarfrøðingurin, Randi Rosenqvist.

Ein dómstólur viðger eina umbøn frá Breivik, sum heldur seg eiga at sleppa undan at sita longur, tí hann hevur sitið 10 ár av dóminum upp á 21 ár. Hann vil at verða royndarleyslatin.

Dómstólurin skal taka støðu til, um hann skal sleppa undan at sita liongur, ella um hann er so vandamikil, at semfelagið má verjast fyri honum.

Høvuðsvitni

Randi Rosenqvist hevur fyrr kannað Breivik, og verður tí mett sum eitt av høvuðsvitnunum í viðgerðini hjá dómstólinum.

- Tað eru ongar broytingar, sum fara at steðga hansara gerðum samnborið við 2012 og 2013, tá eg gjørdi fyrstu metingina, sigur hon.

Í juli í 2011 leyp Breivik á ungfólk á Utøya og sprongdi eina bumbu við stjórnarbygningarnar í Oslo. 77 fólk doyðu í atsóknunum.

Breivik er dømdur at sita í 21 ár, men kann eftir norskari lóg biðja um at vera royndarleyslatin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878