Kenna seg hóttar, um teir atkvøða ímóti Boris Johnson

Kenna seg hóttar, um teir atkvøða ímóti Boris Johnson
Ráðharrar í bretsku stjórnini hava hótt konservativar parlamentslimir, sum umhugsa at leggja fram misálit á forsætisráðharran
Konservativir parlamentslimir siga, at teir kenna seg hóttar, um teir so mikið sum umhugsa at atkvøða ímóti Boris Johnson sum forsætisráðharra.
Mynd: RitzauScanpix  
 
20.01.2022 - 16:04

Konservativir tinglimir í Bretlandi kenna seg trýstar og hóttir av sínu stjórn fyri at bjarga Boris Johnson, forsætisráðharra og formanni í Konservativa flokkinum.

Tað segði William Wragg, tinglimur, í eini røðu í parlamentinum í dag.

- Seinastu dagarnar eru fleiri parlamentslimir trýstir og hóttir av ráðharrum í stjórnini, tí teir hava sagt seg vera fyri, ella umhugsa at leggja fram misálit á forsætismálaráðharran, sigur hann.

Valdømi fáa færri pengar

Sagt verður, at parlamentslimirnir millum anað eru hóttir við, at søgur um teir kunnu leka út til fjølmiðlar, og at teirra valdømi fer at fáa færri pengar, um teir bara so mikið sum umhugsa at atkvøða ímóti, at Boris Johnson skal vera formaður í konservativa flokkinum.

Ein av teimum, sum hevur verið undir trýsti, er Christian Wakeford, sum í gjár fór úr Konservativa flokkinum og upp í Labour.

Fólk í bretska arbeiðaraflokkinum eru óð um støðuna og siga, at útsagnirnar um trýst og hóttanir skulu kannast nærri. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878