Sjónvarpsstøðir góvust at senda frá rættarfundi

Sjónvarpsstøðir góvust at senda frá rættarfundi
Anders Behring Breivik brúkti rættarfundin til propaganda, sigur norska TV2. Breivik roynir at verða latin leysur úr fongslinum, har hann hevur sitið í 10 ár
Anders Behring Breivik er dømdur 21 ára fongsul fyri atsóknina 21.juli í 2011, sum kravdi tilsamans 77 mannalív.
Mynd: RitzauScanpix  
 
18.01.2022 - 15:56

Ein dómstólur í Noregi viðger í dag umbønina hjá norðmanninum, Anders Behring Breivik, um at sleppa úr fongslinum.

Fleiri norskar sjónvarpsrásir boðaðu frá, at tær fóru at senda frá rættarfundinum, har Breivik, sum er dømdur fyri yvirgang, fekk høvi at siga sína hugsan og grundgeva fyri, hví hann eigur at verða latin leysur. Tað fekk hann tríggjar tímar til at gera.

M.a. norska TV2 sendi frá rættarfundinum, men forskotið. 

Men Breivik hevði bert havt orðið í fá sekund, tá ið TV2 gjørdi av at sløkkja ljóð og mynd frá Skien-fongslinum, har rættarfundurin varð hildin. 

- Vit senda ikki meira frá rættarfundinum orsakað av tí propaganda, sum Breivik bar fram í byrjanini, varð sagt. 


Vitleyst

Dómarin royndi eisini at avmarka frágreiðingina hjá Breivik til at snúgva seg um tað, sum rættarmálið snýr seg um, skrivar TV2.

- Breivik brúka frágreiðingina til propaganda, og tað er vitleyst og gevur okkum minni møguleika at seta hetta í ein samanhang. Vit senda redigeraðar upptøkur, sigur Karianne Solbrække, tíðindaredaktørur í TV2.

Anders Behring Breivik søkti fyrst at stjórnarbygninginum í Oslo, áðrenn hann fór at skjóta frá hond eftir ungfólki á Utøya. (Mynd: RitzauScanpix)

 

Breivik hevur sitið 10 ár av dóminum, sum hann fekk, og tí kann hann søkja um at verða latin leysur.

Hann var fyri 10 árum síðani dømdur at sita í 21 ár í fongsli eftir álopið á Utøya og atsóknina at stjórnarbygningum í Olso. Tilsamans 77 fólk lótu lív í atsóknini 22. juli í 2011.


Viðgjørt í tríggjar dagar

Rætturin fer at umrøða málið í tríggjar dagar, og skal m.a. taka støðu til, um Breivik framvegis er so vandamikil, at samfelagið skal verjast fyri honum, og at hann tí skal verða verandi í fongslinum.

Advokaturin hjá Breivik segði undan rættarfundinum í dag, at Breivik hevði fyrireikað seg væl til viðgerðina í rættinum, og hvat hann fór siga.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878