- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendsk skip noyðast at landa lodnu í Noregi
Íslendsk skip noyðast at landa lodnu í Noregi
Íslendsku skipini fáa nú so nógva lodnu, at tey noyðast at bíða eftir at sleppa at landa í Íslandi

Íslendsk skip fáa nógv lodnu í íslendskum sjógvi
Mynd: Savnsmynd
18.01.2022 - 07:02
Nøkur íslendsk skip fara til Noregs við lodnuni, tí so nógv lodna er at fáa, at íslendsk skip bíða eftir at sleppa at landa í Íslandi.
Nú kann lodnan brúkast til matna.
Higartil er hon brúkt til at gera lýsi og mjøl.
Føroyar eiga 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.
Fiskiskapurin byrjar helst fyrst í februar. Enn hevur tó einki skip fingið loyvi at fiska lodnu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV