- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda seg vita, hvør avdúkaði Onnu Frank

Granskarar halda seg nú hava avdúkað, hvør tað var, sum segði nazistunum frá, hvar gentan, Anna Frank, og aðrir jødar krógvaðu seg fyri nazistunum, skrivar DR.
Altjóða granskarar hava í fleiri ár granskað skjøl, fyri at fáa greiði á tí, sum hendi, og teir halda seg nú hava loyst málið.
Teirra meting er, at advokaturin, Arnold van den Bergh, avdúkaði fyri nazistunum, hvar Anna Frank og hini fjaldu seg.
Var sjálvur jødi
Van den Bergh var sjálvur jødi, og avdúkaði eftir øllum at døma hini, fyri at verja sína egnu familju.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar, m.a. BBC.
Anna Frank doyði í eini nazistiskari týningarlegu í 1945, tá hon var 15 ára gomul.
Dagbókin, sum hon skrivaði, var almannakunngjørd eftir deyða hennara, og er ein av kendastu bókunum, sum lýsir lívið hjá jødum undir krígnum.