- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendskir njósnarar kunnu vera journalistar

Útlendskir njósnarar kunnu vera í Danmark sum journalistar.
Tað staðfestir fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, í fyrstu útgávu síni, sum er meting um hóttanina frá njósnarum í Danmark.
- Fremmand fregnartænastufólk arbeiða m.a. fjald sum sendifólk, journalistar ella granskarar, og tey eru upplærd í at velja og byggja upp trúnaðarsamband við fólk, sum í flestu førum kunnu geva teimum atgongd til upplýsingar, ið skulu verjast, stendur m.a. í frágreiðingini.
Yvirskipað veksur hóttanin frá njósnaravirksemi frá fremmandum londum í Danmark.
Talan er um alt frá njósning, ávirking, ónáðir, ólógligar royndir at útvega sær vørur, tøkni og vitan, og í heilt serligum førum drápsroynd.
Tú kanst lesa alla frágreiðingina frá PET her.