Svøríki brynjar seg í Gotlandi

Svøríki brynjar seg í Gotlandi
Striðsvognar eru at síggja í gøtunum í Visby, tí russisk landgongufør eru sædd á leiðini. Eingin trygd er fyri, at Svøríki sleppur undan álopi, sigur verjumálaráðharrin
Svenskir stríðvognar eru at síggja í gøtunum í Visby í Gotlandi.
Mynd: RitzauScanpix  
 
17.01.2022 - 09:48

Hvat Rusland vil, ella ikki vil, hevur ongan týdning. Vit mugu røkja okkara egnu áhugamál, sigur svenski verjumálaráðharrin, Peter Hultquist, eftir at Svøríki um vikuskiftið gjørdi av at senda hermenn til Gotlands, og sum nú eru at síggja í gøtunum í Visby.

Orsøkin til, at Svøríki sendi hermenn til Gotlands, er, at mikunáttina vóru trý russisk landgongufør at síggja á leiðini, tey sigldu inn í Eystrasalt. Tað hevur við sær, at Russland nú hevur seks slík før á leiðini.

Seta herfólk á land

Landgonguførini vera sum oftast nýtt, tá herfólk skal setast á land, men tey vera eisini nýtt til aðrar uppgávur, skrivar AFP.

Tað er ikki óvanligt, at slík før flyta seg, men tað er óvanligt, at einki verður sagt um tað.

Londini við Eystrasalt eru nógv, og í øllum londum verður virksemið í Eystrasalti samanborið við tað, sum hendir á markinum til Ukraina.

Umframt at senda herfólk og útgerð til Gotlands, hevur Svøríki eisini givið herdeildunum í øðrum pørtum av landinum boð um at vera tilbúnar.

Eingin trygd

Svenski verjumálaráðharrin, Peter Hultquist sigur, at tað, sum hendir í løtuni, er óheppið, og at eingin trygd er fyri, at Svøríki sleppur undan einum álopi. Tí er neyðugt at taka neyðug stig, sigur hann.

Fyri jól kravdi Russland, at NATO gevst við at fáa lond upp í verjusamgonguna, og tað er galdandi bæði fyri Svøríki og Finnland, og ikki bert fyri Ukraina.

Svøríki og Finnland hava eina verjuavtalu við NATO, sum 30 lond í Evropa og Norðuramerika eru limir í.

Finskur limaskapur er ágangur

Ein talsmaður fyri russiska verjumálaráðið segði í farnu viku, at um Finnland fer upp í NATO, so er tað at meta sum ágangur.

Tá segði svenski verjumálaráðharrin, at Svøríki ætlar ikki at gerast limur í NATO.

Russland krevur, at NATO tekur herfólk og útgerð úr londunum, sum eru limir í samgonguni síðani í 1997, tá er talan um Estland, Lettland og Litava og Pólland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878