
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er hann ikki kongalig hátign longur

Í Bretlandi hevur Andrew prinsur mist heitið kongalig hátign.
Tað skrivaði bretska kongshúsið í tíðindaskrivi í gjárkvøldið.
Kongshúsið tekur samstundis frástøðu til hansara.
Boðini komu dagin eftir, at ein dómstólur í New York kom til ta niðurstøðu, at rættarmálið um, at Andrew prinsur hevur framt kynsligan ágang ímóti 17 ára gamlari gentu í 2001, kann halda fram.
Gjørdi avtalu við Epstein
Gentan, Virginia Giuffre, skrivaði í 2009 undir avtalu við Jeffrey Epstein, tá hann var ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á Giuffre.
Hon fekk tá 500 túsund dollarar, og avtalan var eisini, at hon kundi ikki reisa sakarmál ímóti øðrum.
Men niðurstøðan í dómstólinum í New York er, at tann avtalan forðar ikki sakarmálinum millum Virginia Giuffre og Andrew prins.
Bretska kongshúsið sigur nú, at Andrew prinsur kann ikki átaka sær almennar kongaligar uppgávur, og hann fer at verja seg í rættarmálinum sum privatpersónur, skrivar bretska kongshúsið.
Virginia Giuffre saman við Andrew prinsi. Nú hevur ein gøla tikið seg upp um bretska prinsin, og kongshúsið tikið kongalig heiti frá honum.