- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boris Johnson biður kongshúsið um fyrigeving

Eitt talsfólk fyri Boris Johnson, forsætisráðharra í Bretlandi, hevur nú biðið bretska kongshúsið um fyrigeving, eftir at tað í gjárkvøldið kom fram, at tvær veitslur vóru hildnar í Downing Street nr 10 tann16. apríl í fjør, kvøldið fyri jarðarferðina hjá Philip prinsi, manni Elisabeth drotning.
Veitslurnar hildu, sambært bretskum miðlum, á til langt út á náttina, og talsmaðurin segði, at hetta var sera harmiligt, tí tað hendi, meðan landið var í sorg.
Haraftrat søgdu koronulógirnar í Bretlandi um tað mundið, at tað ikki var loyvt nógvum fólki at hittast innandura.
Boris Johnson er komin undir sera nógv trýst í seinastuni eftir at avdúkingar um aðrar veitslur eru komnar fram, har Boris Johnson sjálvur skal hava verið við, eisini ímóti táverandi koronulógunum.
Boris Johnson skal tó ikki hava verið við til veitslurnar í apríl, sum vóru fyri tveimum starvsfólkum, sum fóru víðari í annað starv.