Partarnir hampiliga væl nøgdir við sáttmálan

Partarnir hampiliga væl nøgdir við sáttmálan
Formaðurin í Starvsfelagnum heldur, at lønarhækkingin er ov lítil, men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, heldur, at hon er í meira lagi
Hvørki Súni Selfoss ella Jørgen Niclasen eru nøgdir við nýggja sáttmálan, men teir góðtóku kortini semingsuppskotið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.01.2022 - 14:21

Hvørki Starvsfelagið ella Fíggjarmálaráðið eru nøgd við nýggja trý ára sáttmálan, sum partarnir hava skrivað undir.

Men avgjørt varð kortini at góðtaka semingsuppskotið.

Nýggi sáttmálin gevur lønarhækking bæði í prosentum og krónum.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum. sigur, at tað er serliga fyrsta árið í nýggja sáttmálanum, sum órógvar.

1502234

Formaðurin í Starvsfelagnum fegnast hinvegin um, at tað eydnaðist bøta um viðurskiftini hjá sjúkraflutningstænastuni og sløkkiliðsfólkum.

1502235

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er eins og formaðurin í Starvsfelagnum ikki heilt nøgdur við semjuna. Hann heldur, at lønarhækkingin í sáttmálanum er meira lagi.

1502238

Nýggi sáttmálin sigur, at 1. januar í ár hækkar lønin 1,25 prosent, og 1. oktober í ár hækkar lønin við 740 kr. fyri tey á lønarstigi 1-20, og 540 kr. á lønarstigi 21-50.

og 1. oktober næsta ár hækkar lønin við 2,75 prosentum

Í alt svarar tað til eina lønarhækking upp á 6,25 prosent yvir trý ár.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109