Christian í Grótinum seinkaður nakrar vikur

Christian í Grótinum seinkaður nakrar vikur
Skipið verður væntandi latið eigarunum í februar
Nýggi Christian í Grótinum er størsta skipið, sum er smíðað á Kartensens Skibsværft.
Mynd: Norðlýsið  
 
13.01.2022 - 08:44

Tað verður ikki í januar, at nýggi Christian í Grótinum kemur til Føroya.

Ætlanin var annars, at skipið skuldi latast eigarunum seinast í hesum mánaðinum. 

Tað verður helst útsett nakrar vikur, sigur Bogi Rasmussen frá reiðarínum við Portalin.

Skipið verður helst latið eigarunum í februar.

Størsta skipið

Nýggi Christian í Grótinum er størsta skipið, sum er smíðað á Kartensens Skibsværft.

Vestmanna Fiskavirki hevur keypt uppsjóvartrolaran Christian frá partafelagnum Hvalnesi í Klaksvík.

Tað skipið verður latið Vestmanna Fiskivirki, tá nýggi Christian í Grótinum kemur í flotan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109