- Tíðindi, mentan og ítróttur
SSL: Nógvar avlýsingar
SSL: Nógvar avlýsingar
Nógvi vindurin ger, at SSL hevur avlýst bæði bygda- og oyggjaleiðir í morgun
12.01.2022 - 08:41
Fólk, ið brúka tænasturnar hjá SSL, bæði bygda- og oyggjaleiðir, eru rakt av nógvum avlýsingum í morgun vegna veður.
Ternan siglir í løtuni ikki til Nólsoyar, tað ger Hasfjord heldur ikki á Sandoyarleiðini, og nógvar bygdaleiðir koyra ikki.
SSL væntar, at Ternan fer fyrsta túrin í dag klokkan 16.20, og so verður siglt eftir ferðaætlanini.
Annars ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Strandfaraskipum Landsins at kunna seg um avlýsingarnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV