- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg letur 100 mió. kr. í neyðhjálp til Afganistan

Noreg fer at lata 100 mió. norskar krónur til neyðhjálpararbeiði í Afganistan. Tað svarar til umleið 75 mió. krónur í okkara peningi.
Tað kunngjørdi norska uttanríkisráðið í gjár.
ST segði í gjár, at tørvur er á 29 mia. krónum til neyðhjálpararbeiðið í Afganistan í ár, eftir Taliban kom aftur til valdið.
Eftir valdsskiftið eru bæði dýrtíðin og arbeiðsloysið vaksin nógv í Afganistan, og ST metir, at tað er átokandi tørvur á peninginum til neyðhjálp til tess at forða fyri einari stórari humaniterari vanlukku.
23 mió. líða hungur
Og norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, tekur undir við tí.
- Sjáldan hava vit sæð so stóra neyð, sum tað vit nú síggja í Afganistan.
- Nærum 23 mió. afganar líða hungur, og eg eri serliga stúrin um avleiðingarnar fyri børnini, sigur hon.
- Tað er tí av alstórum týdningi, at øll lond eru við í arbeiðnum at forða fyri einari størri humaniterari kreppu enn henni, vit síggja í løtuni, sigur hon sambært norska miðlinum VG.no.