- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar leingja koronutiltøk
Íslendingar leingja koronutiltøk
Tiltøkini skuldu fara úr gildi í dag, men tey eru longd tríggjar vikur

12.01.2022 - 09:22
Nógva smittan í Íslandi hevur við sær, at koronuavmarkingarnar verða longdar tríggjar vikur.
Tað hevur Willum Thor Thorsson, heilsumálaráðharri, boðað frá.
Avmarkingarnar vóru settar í gildi stutt fyri jól og skuldu galda til í dag. Men nú eru tær longdar og verða galdandi til fyrst í februar.
Avmarkingarnar bera millum annað við sær, at ikki fleiri enn 20 fólk kunnu savnast, og avmarkað er, hvussu nógv fólk kunnu sleppa í venjingarhøli og svimjihallir samstundis.
Mat- og skeinkistøð skulu eisini lata aftur í seinasta lagi klokkan 10 á kvøldi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV