Hækka kirkjuskattin, tí tekjan á Christianskirkjuni skal skiftast

Hækka kirkjuskattin, tí tekjan á Christianskirkjuni skal skiftast
Umvælingararbeiðið verður mett at kosta umleið 40 mió. kr.
Tekjan á Christianskirkjuni lekur, og neyðugt verður at skifta hana. Tí er kirkjuskatturin í Klaksvík hækkaður.
 
11.01.2022 - 18:26

Kirkjuskatturin í Klaksvík hækkaði 1. januar, úr 0,6 prosentum upp í 0,9 prosent.

Og tað skal hann vera til ársenda í 2024.

Eykapeningurin, sum kemur inn, skal brúkast til at skifta tekjuna á Christianskirkjuni.

Ein støðulýsing av kirkjuni var gjørd í summar,  og hon vísir, at støðan er ikki góð, sigur kirkjuráðsformaðurin í Klaksvíkar kirkjusókn, Árni Brandsson Petersen.

1501806

Ein kostnaðarmeting, sum kirkjuráðið hevur fingið sigur, at umvælingararbeiðið kemur at kosta umleið 40 mió.

Skattahækkingin fer at geva kirkjusóknini góðar seks mió. kr. meira yvir trý ár, og hon er longu komin í gildi.

Hóast tað, er ongin kunning komin um skattahækkingina, viðgongur formaðurin í kirkjuráðnum.

1501822

 

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109