50 ár á trónuni verða feirað við minnismynti

50 ár á trónuni verða feirað við minnismynti
Fríggjadagin hevur Drotningin siti 50 ár á donsku trónuni, og tað verður millum annað feirað við, at danski tjóðbankin gevur ein minnismynt út
 
11.01.2022 - 14:05

Danska kongshúsið og tjóðbankin boða í dag frá, at í sambandi við, at Margretha drotning fríggjadagin hevur sitið 50 ár á donsku trónuni, verður ein serligur myntur útgivin. 

Talan er um ein sonevndan minnismynt. 

"Í Danmark er long siðvenja fyri at geva út minnismyntir, fyri at skilmarka serliga hendingar í kongshúsinum. Tí verður 50 ára stjórnardagurin hjá Drotningini 14. januar skilmarkaður við einum serligum myndi," skrivar danski tjóðbankin í tíðindaskrivi. 

Á myntinum verður ein vangamynd av drotningini, sum myndahøggarin Kathrine S. Moseholm hevur høgt. 

Minnismynturin verður útgivin í trimum útgávum. Ein 500 krónur silvurmyntur, ein 20 króna, sum kann brúkast í handlunum, og ein 20 króna, har myndaevnið er serliga sjónligt. 

Myntirnir kunnu keypast á heimasíðuni hjá Den Kongelige Mønt frá fríggjadegnum 14. januar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109