- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanlandsnevndin fær ikki avgreitt málið um radaran
Uttanlandsnevndin fær ikki avgreitt málið um radaran
Formaðurin væntar, at nevndin verður fullmannað í næstum

Bill Justinussen er formaður í Uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
10.01.2022 - 16:20
Politiska støðan í Fólkaflokkinum ger, at Uttanlandsnevndin fær ikki tikið støðu til málið um eftirlitsradaran.
Annika Olsen og Brandur Sandoy umboðaðu Fólkaflokkin í nevndini, men hvørgin teirra er í løgtinginum longur.
Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini, væntar, at nevndin verður fullmannað um eina viku ella 14 dagar, og tá fær Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, svar frá nevndini.
Hoyr samrøðu, sum Emil L. Jacobsen gjørdi við Bill Justinussen.
1501556
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV