- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fundur um nýggjar býarbussar útsettur

Skulu býarbussarnir í Tórshavnar kommunu koyra við diesel, ella skulu teir koyra við ravnmagni?
Tann spurningin skuldi tekniska nevnd í býráðnum viðgera í dag og møguliga koma til eina niðurstøðu.
Men fundurin er útsettur.
Málið er ov illa lýst, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð.
Sáttmálin longdur
Sáttmálin við Gundur Bussar er farin úr gildi, men er longdur fleiri ferðir.
Ein snávingarsteinur liggur í, um samtykti orkupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu, sum sigur, at el-bussar skulu avloysa diesel-bussar frá 2027, skal haldast, ella um skrivast skal undir sáttmálan, sum ber í sær, at Gundur Bussar keypir 16 nýggjar diesel-bussar.
Tað merkir so, at orkupolitikkurin ikki verður hildin.
Sambært Tróndi Sigurðsson, var avgjørt at útseta fundin fyri at fáa betri greiðu á støðuni sum heild.
Tróndur Sigurðsson veit ikki at siga, nær ein nýggjur fundur ásettur.