- Tíðindi, mentan og ítróttur
H71 í eldin kl.17.30
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/h71_kvinnur_4_red.jpg?itok=d_iG0PW3)
Í kvøld klokkan 17.30 spæla kvinnurnar hjá H71 fyrru áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini.
Tað er á útivølli ímóti Serbiska liðnum ZRK Naisa Nai. Serbiska liðið er í løtuni fjórðfremst í bestu serbisku deildini.
H71 er nú millum 16 tey bestu liðini í EHF Europa Cup í ár. Tað eru tær, eftir at tær fyrst vundu burtur úr Norður-Makedonska liðnum, WHF Cair úr Skopje, og síðan vunnu trygt á sveisiska Spono Eagles.
Talan er um eina torføra uppgávu í dag. Við heimasíðuna hjá H71 sigur venjarin, Mark Lausen-Marcher, at tað til dystin í dag, er talan um heilt annan spælistíl, enn tey undanfarnu tvey mótstøðuliðini. Harumframt ger serbiska liðið nógv burturúr, at fáa so nógvar áskoðarar at stuðla sínum liði, sum gjørligt. Tí verður roknað við einum heilt øðrum og torførari dysti.
Um góða viku møtast liðini aftur, tá seinni áttandapartsfinaludysturin verður í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin 15. januar. Tann dysturin byrjar kl.14.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 17.30 føroyska tíð.
Leinki til dystin er her