- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland steðgar sølu av vápnum til Kasakstan

Týskland hevur steðgað allari sølu av vápnum til Kasakstan eftir ófriðin seinastu tíðina.
Tað skrivar týska tíðindastovan, DPA.
Týsk vápn eru seld til Kasakstan fyri tilsamans góðar 2,2 milliónir evrur í fjør. Tað svarar 16,3 milliónir í okkara peningi.
Tað er lutfalsliga lítið av pengum, men hetta er kortini neyðugt í støðuni, sum Kasakstan er í, skrivar DPA.
Ófriður í landinum
Ófriður og samanbrestir hava verið í Almati, sum er størsti býur í landinum.
Millum annað er eldur settur á stjórnarbygningin, og mannamúgvur hava brotið inn í fleiri handlar og tømt teir fyri vørur.
Trygdardeildir hava skotið við skørpum, og fleiri tíggjutals fólk eru dripin hjá báðum pørtum.
Mótmælisgongur hava verið í býnum í fleiri dagar, tí fólkið í fyrrverandi russiska lýðveldinum eru ónøgt við prísin á eli og gassi, sum hækkar alsamt.
Herurin upp í leikin
Kassym-Jomart Tokajev, forseti, sendi mikudagin stjórnina til hús, og síðani varð herurin beindur eftir stóru mótmælisgongunum í Almaty.
Tokajev hevur biðið um hjálp frá hernaðarsamgonguna, CSTO, sum Russland stendur á odda fyri, og tað hevur hann fingið.
Í gjár gav Tokajev trygdardeildunum boð um at skjóta fyri at drepa.
- Tey, sum ikki geva seg yvir, verða týnd, segði Kassym-Jomart Tokajev í sjónvarpaðari talu.