- Tíðindi, mentan og ítróttur
NATO viðger støðuna í Ukraina
NATO viðger støðuna í Ukraina

Jens Stoltenberg er aðalskrivari í NATO.
Mynd: RitzauScanpix
07.01.2022 - 08:57
NATO hevur kallað saman til kreppufund um støðuna í Ukraina. Fundurin verður fríggjadagin.
Jens Stoltenberg, aðalskrivari, stendur á odda fyri fundinum.
Ætlanin er at umrøða støðuna á ukrainska markinum, har Russland hevur savnað nógv herfólk, og samstundis at umrøða verjuspurningar í Europa, sigur NATO í tíðindaskrivi.
- Uttanríkisráðharrarnir skulu umrøða støðuna sum er við og kring Ukraina, og samstundis skulu ráðharrarnir umrøða trygd í Evropa, upp undir samstarvsfundin millum NATO og Russland, sum verður 12. januar, siga tænastumenn við NTB.
Fundurin verður hildin á netinum, og eftir fundin skipar NATO fyri tíðindafundi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV