- Tíðindi, mentan og ítróttur
Google og Facebook 1,6 mia. kr. í bót
Google og Facebook 1,6 mia. kr. í bót
Google hevur nú fingið hægstu bótina, sum franskir teldumyndugleikar higartil hava givið

Facebook og Google hava fingið stóra bót frá fronskum teldumyndugleikum.
07.01.2022 - 09:55
Frakland hevur givið Google og Facebook bøtur upp á tilsamans eina milliard og 560 milliónir krónur, skrivar Ritzau.
Bøturnar verða givnar, tí á heimasíðunum er tað ikki líka lætt at velja kennifílur frá, sum at velja tær til. Google fær 150 milliónir evrur í bót, og Facebook fær 60 milliónir evrur í bót.
Google hevur nú fingið hægstu bótina, sum franskir teldumyndugleikar higartil hava givið.
Umframt bøturnar, hava fyritøkurnar fingið eina freist upp á tríggjar mánaðir at gera rættingarnar, so at franskar lógir verða hildnar.
Verða broytingarnar ikki gjørdar, fáa Google og Facebook 100.000 evrur í dagbót.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV