- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólkatalið um flogvøllin tvífaldaðist í desember
Ferðafólkatalið um flogvøllin tvífaldaðist í desember
239.000 fólk komu og fóru um flogvøllin í fjør, og tað er ein triðingur fleiri enn í fyrraárið
06.01.2022 - 09:31
Meira enn helvtina færri ferðafólk fóru um flogvøllin í Vágum í fjør enn í 2019.
Í fjør vóru 239.086 ferðafólk, 56,4 prosent færri enn í 2019, tá tey vóru 424.281, sum er met hjá flogvøllinum.
Men talið í fjør er tó ein triðing størri enn tað var í 2020, tá tað var sløk 180.000 ferðafólk.
Í desember í fjør vóru ferðafólkini 19.230, sløk 22 prosent minni enn í desember í 2019, men næstan dupult so nógv sum í desember í 2020.
Nýggjastu sendingar í ÚV