Grønlendsk børn fáa ikki endurgjald

Grønlendsk børn fáa ikki endurgjald
Danski staturin fer ikki at rinda seks grønlendskum fólkum, sum vóru tikin frá familjum sínum og send til Danmarkar í 1951, endurgjald
Mynd: Savnsmynd  
 
27.12.2021 - 08:00

Danski staturin fer ikki at rinda seks grønlendskum fólkum endurgjald. Tey vóru tikin frá familjum sínum og send til Danmarkar í 1951.

Danska almannamálaráðið hevur nú víst endurgjaldskravið frá sær, sigur sakførarin hjá teimum seks fólkunum, Mads Pramming, sambært heimasíðuni hjá danska kringvarpinum.

- Vit hava nú fingið boð um, at tey vísa endurgjaldskravinum aftur, og vit mugu í rættin, um vit halda fast um endurgjaldskravið. Tí stevna vit í dag danska forsætismálaráðnum, sigur Mads Pramming.

 

Uppalast sum donsk børn

Tey seks grønlendsku fólkini vóru partur av eini roynd, har 22 grønlendsk børn vóru tikin frá familjum ella barnaheimum, og send til Danmarkar í eitt ár, har tey skuldu uppalast sum donsk børn, áðrenn tey vóru send aftur til Grønlands.

Bert seks av teimum 22 eru framvegis á lívi.

 

Frederiksen: Orsaka

Í desember í fjør bað Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, tey seks um umbering fyri at hava verið við í hesi royndini.

Mette Frederiksen segði, at fyrilitini fyri teimum sum menniskju vóru sett til viks. 

Í heyst kunngjørdu tey seks fólkini, at tey kravdu danska statin eftir 250.000 krónum í endurgjaldi fyri at hava verið við í uppalingarroyndini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114