- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvíttaði 32 mia. kr. í deild hjá Danske Bank í Estlandi

Ein 42 ára gomul kvinnan noktaði seg sekan í at hava flutt meira enn fýra milliardir evrur, sum eru góðar 32 milliardir krónur, gjøgnum deildina hjá Danske Bank í Estlandi. Hetta gjørdi kvinnan í grundlógaravhoyring í býarrættinum í Keypmannahavn í morgun, skrivar danska TV2.
Frá 2008 til 2016
Kvinnan er ákærd fyri at hava flutt stóru upphæddina tíðarskeiðið frá desember 2008 til mars í 2016, og brotsverkið skal verða framt í saman við í hvussu er tveir aðrar gerningsmenn.
Gjøgnum kontur í estisku deildini hjá 52 feløgunum við bústaði í Danmark, skal hon hava sett inn ella flutt pengar, sum vóru beinleiðis ella óbeinleiðis vinningur frá brotsligum virksemi.
Hetta var gjørt fyri at fjala ella grugga, hvaðani peningurin stavaði, skrivar TV2.
Danskur ríkisborgari
"4.312.963.650 evrur eru settar í bankan, og síðani eru 4.318.433.612 evrur fluttar víðari frá feløgunum til ymisk útlendsk feløg, hóast ákærda visti ella hevði frænir um, at peningurin koma frá ólógligum virksemi," stendur í ákæruni.
49 ára gamla er danskur ríkisborgari, men er ættað úr Russlandi.
Málið hevur verið kannað síðani 2019, skrivar TV2.