Útfluttu fyri 7,2 mia. kr. - Innfluttu fyri 7,6 mia. kr.

Útfluttu fyri 7,2 mia. kr. - Innfluttu fyri 7,6 mia. kr.
Føroyski útflutningurin er komin upp á sama stig, sum hann var á í 2019, sum var metár. Høgi oljuprísurin ávirkar innflutningin
Innflutningurin var 7,6 milliardir krónur. Vøksturin sammett við 2020 er 14,4 prosent
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2021 - 08:37

Til 1.november var útflutt fyri 7,9 milliardir krónur, júst tað sama sum fyrstu 10 mánaðirnar í 2019.

Í fjør var talið 7,2 milliardir.

Laksaútflutningurin er vaksin 26,4 prosent í ár, og hann var 3,5 mia. kr. fyrstu 10 mánaðirnar.

 

Innflutningurin vaksin 14,4 prosent

Innflutningurin var 7,6 milliardir krónur. Vøksturin sammett við 2020 er 14,4 prosent.

Oljuprísurin er hækkaður nógv, og hetta sæst aftur í innflutninginum. 

Hóast sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 43 prosent fleiri krónur upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør, skrivar Hagstovan.

Somuleiðis er stórur vøkstur í bólkunum "maskinur og onnur útgerð", hann er 40 prosent, og "rávøra til fiskavirking" 42 prosent.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050