- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landssjúkrahúsið selur vørur ov dýrt
Landssjúkrahúsið tekur kanska ov nógv fyri vørurnar, sum tað selur øðrum.
Ein kanning gav ábendingar um, at prísásetingarnar hjá goymsluni á Landssjúkrahúsinum vóru í hægra lagi, um sølan eigur at vera útreiðsluneutral.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Frimodti Rasmussen, løgtingsmanni, sum spurdi um felagsgoymsluna hjá Landssjúkrahúsinum og prísirnar hjá henni.
Prísáseting í hægra lagi
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at stjórin í Landssjúkrahúsinum bað í oktober í fjør eina grannskoðarafyritøku um at kanna goymsluna á Landssjúkrahúsinum.
Frágreiðingin um kanningina kom í september.
Frágreiðingin gav ábendingar um, at prísásetingarnar hjá goymsluni vóru settar í hægra lagi, um sølan eigur at vera útreiðsluneutral.
55 prosent selt innanhýsis á LS
Tó vísir frágreiðingin eisini, at kanningin hevur veikleikar, tí hon byggir á "standard rapportir" úr goymsluskipanini, sum ikki áður hava verið nýttar til hetta endamál.
Eisini eru prísir leysliga mettir, tí neyðugar dátur ikki vóru haldgóðar.
Goymslan á Landssjúkrahúsinum selur 55 prosent innanhýsis á Landssjúkrahúsinum.
Hinir kundarnir eru sjúkrahúsini, Almannaverkið og Heilustrygd.
Prísískoyti fyri avleiddan kostnað
25 prosent vera løgd omaná prísin, tá selt verður innanhýsis, til dømis til sjúkrahúsini.
Sølan til uttanhýsis viðskiftafólk, eitt nú Almannaverkið, er átta prosent. Tá er prísískoytið 40 prosent.
Ábendingar eru um, at prísískoytið er í hægra lagi. Prísásetingin hevur verið brúkt síðani 2005.
Hon verður nú endurskoðað og dagførd.
Prísískoytið skal rinda fyri avleiddan kostnað hjá goymsluni.