Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
J&K Petersen skal bora Fámjinstunnilin
J&K Petersen skal bora Fámjinstunnilin
Lisitatión hevur verið á Landsverk í dag, í sambandi við gerð av nýggjum Fámjinstunnli, og J&K Petersen átti lægsta boðið
16.12.2021 - 15:31
Lisitatión hevur verið á Landsverk í dag, í sambandi við gerð av nýggjum Fámjinstunnli.
Tað vóru Articon, J&K Petersen og MT Højgaard, sum hava bjóðað uppá nýggja Fámjinstunnilin.
Tilboðini sum komu inn, vóru soljóðandi:
Articon: 157.644.313 mió kr.
J&K Petersen: 155.494.693 mió. kr.
MT Højgaard: 218.723.556,95 mió kr.
Sostatt er greitt, at J&K Petersen eigur lægsta boðið og skal bora Fámjinstunnilin.
Landsverk fer nú at gjøgnumganga innkomnu tilboðini.
Væntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiði fyrst í komandi árið.
Gongur arbeiði sum ætlað, verður tunnilin liðugur á sumri 2024.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV