Meirilutin í Fíggjarnevndini minkar raksturin við 56,6 mió. kr.

Meirilutin í Fíggjarnevndini minkar raksturin við 56,6 mió. kr.
Umboðini fyri samgonguna og Sjálvstýri í fíggjarnevndini hava funnið nógvar sparingar í rakstrinum av landinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.12.2021 - 08:05

Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum hevur nógvar sparingar í sínum áliti um uppskotið um fíggjarlóg fyri 2022.

Í meirilutanum eru samgongan og Sjálvstýri.

Meirilutin hevur minkað raksturin góðar 56,6 milliónir krónur, men íløgurnar eru 18,4 milliónir størri enn í uppskoti landsstýrisins.

 

Avlopið 53,2 mió. kr.

Sambært uppskoti meirilutans verður avlopið í fíggjarlógini 53,2 mió. kr.

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, mælir til at taka 100 milliónur meira í veiðugjaldi frá uppsjóvarvinnuni og 100 milliónir meira í tøkugjaldi frá alivinnuni.

Onnur viðgerð um fíggjarlógina verður í dag, og er einasta mál í dagskránni fyri tingfundin í dag klokkan tíggju.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050