
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ítróttaháskúlin í Suðuroynni hevur biðið løgtingið um 6,5 mió. kr. at byggja fyri í Vági.
Ætlanin er at keypa og rudda ein bygning, sum skal umbyggjast til skúlabygning.
Byggifelagið Norcon hevur bjóðað sær til at byggja fyri slakar 9,8 mió. kr.
Ein millión skal brúkast til at keypa og rudda bygning, so við meirvirðisgjaldi fer byggingin at kosta 13,2 mió. kr.
Háskúlar fáa ikki meirvirðisgjaldið aftur, tá teir byggja.
Dennis Holm, formaður í stýrinum fyri Ítróttarháskúlan, greiddi frá ætlanini í útvarpinum í september í fjør.
- Ítróttarháskúli í Suðuroy er sikkurt fyrsti skúli, ið er byrjaður í Føroyum, um at hava nakran skúlabygning. Men málið hevur allatíðina verið, at fáa til vega teir grundleggjandi hentleikarnar, ið skulu til, fyri at reka ein skúla, eitt nú ein skúlabygning, segði Dennis Holm millum annað.