- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú búgva 53.613 fólk í Føroyum
Nú búgva 53.613 fólk í Føroyum
Fólkatalið er vaksið 810 fólk seinasta árið
Mynd: Hagstovan
10.12.2021 - 09:45
53.613 fólk búðu í Føroyum 1.november.
Tað eru 810 fleiri enn 1.november í fjør. Vøksturin er hálvtannað prosent.
Ein triðingur av vøkstrinum seinasta árið kemur av burðaravlopinum, sum var 268.
Og tveir triðingar koma frá nettoflytingini, sum var 542 fólk.
Fólkatalið vaks mest í Streymoynni og í Eysturoynni. Vøksturin har er 84 prosent av øllum fólkavøkstrinum.
Afturgongdin í fólkatalinum var størst í Sandoynni.
Meira fæst at vita um fólkatalið her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV