Samstarvsráðið skal viðgera ivamál um málsøki

Samstarvsráðið skal viðgera ivamál um málsøki
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Jeppe Kofod, uttanrríkisráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.
 
06.12.2021 - 08:41

Ikki er gjørligt neyvt at siga, hvørji yvirtikin málsøki koma undir uttanríkispolitikk, trygdarpolitikk ella verjupolitikk, sum framvegis er danskur.

Millum annað tí stovnaðu ríkisstjórnin og landsstýrini í Føroyum og Danmark í heyst eitt samstarvsráð.

Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

Framvegis ríkismál

Hóast Føroyar hava yvirtikið málsøkini sjókort og geodata, eru mátingar á havbotninum, sum hava uttanríkispolitiskan, trygdarpolitiskan og verjupolitiskan týdning, framvegis ríkismál, sigur danska stjórnin.

Tey, sum ætla at gera mátingar til sjókort í Føroyum, skulu hava loyvi til tess frá donsku verjuni.

Tí skal Verjumálaráðið geva loyvi til slíkar mátingar. 

Um aðrar mátingar enn til sjókort skulu gerast, kunnu føroyskir myndugleikar geva loyvi til tess, men bara eftir at hava spurt Verjumálaráðið.

Sjúrður Skaale vildi hava at vita, hvørji onnur yvirtikin málsøki koma undir somu treytir sum sjókort og geodata og, hvørjar hesar treytir eru.

Hann vildi eisini hava at vita, um hetta í veruleikanum skal skiljast so, at nú noyðast føroyingar at spyrja danir um yvirtikin málsøki, sum stjórnin heldur hava í sær uttanríkispolitikk, trygdarpolitikk og verjupolitikk.

Samstarvsráðið viðgera ivamál

Jeppe Kofod svarar, at sum menningin er, ber ikki til at siga neyvt ella eina ferð fyri allar, hvørji yvirtikin málsøki koma undir uttanríkispolitikk, trygdarpolitikk ella verjupolitikk, og tí framvegis eru donsk málsøki. 

Nýstovnaða samstarvsráðið skal millum annað viðgera ivamálini um yvirtiknu málsøkini og uttanríkispolitikkin, trygdarpolitikkin og verjupolitikkin, sigur Jeppe Kofod.

Føroyar hava formansskapin í samstarvsráðnum næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878