
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eysturríki skal aftur hava nýggjan kanslara

Eysturíki skal aftur hava ein nýggjan kanslara.
Alexander Schallenberg, sum tók við, tá Sebastian Kurz legði frá sær í oktober í sambandi við mutursákærur, boðaði í gjárkvøldið frá, at hann fer eisini at leggja frá sær og fer ikki at stilla upp til at gerast floksformaður í leiðandi konservativa flokkinum í Eysturríki eftir Kurz.
Tað gjørdist tískil ein sera rokmikil dagur hjá politisku leiðsluni í Eysturríki í gjár, eftir at Kurz eisini hevði boðað frá, at hann gevst heilt í politikki og sum formaður í konservativa flokkinum.
- Eg haldi, at stjórnarleiðarin og leiðarin í størsta politiska flokkinum eigur at vera sami persónur. Tí leggi eg frá mær, so skjótt avgerðin er tikin í konservativa flokkinum, um hvør skal vera formaður, segði Alexander Schallenberg í gjárkvøldið
Og nýggi kanslarin verður eftir øllum at døma núverandi innanríkisráðharrin, Karl Nehammer.
Leiðslan í konservativa flokkinum samdist í gjárkvøldið um at biðja Nehammer taka við sum formann, og sostatt eisini kanslara.
Alt bendir á, at Karl Nehammer, innanríkisráðharri, verður nýggjur kanslari. (Mynd: RitzauScanpix)