Kurz gevst í politikki

Kurz gevst í politikki
Sebastian Kurz legði frá sær sum kanslari í Eysturríki í oktober. Nú er hann ákærdur fyri at havt keypt sær positiva miðlaumrøðu við almennum pengum
Sebastian Kurz á tíðindafundi í Wien í dag, har hann greiddi frá avgerð síni um at gevast í politikki.
Mynd: RitzauScanpix  
 
02.12.2021 - 15:19

Fyrrverandi kanslarin í Eysturíki, Sebastian Kurz, gevst nú heilt í politikki.

Tað hevur hann boðað frá í dag.

Sebastian Kurz legði frá sær sum kanslari í oktober, eftir at ákæruvaldið boðaði frá, at hann var undir illgruna fyri mutur. 

Nú hevur ákæruvaldið ákært hann fyri at hava keypt sær positiva miðlaumrøðu við almennum pengum, og tí gevst hann heilt.

Hvørki halgimenni ella brotsmaður

 - Eg eri hvørki halgimenni ella brotsmaður, men eg eri eitt menniskja við feilum og veikleikum og øllum tí, sum hartil hoyrir, segði Kurz á tíðindafundi í dag, har hann boðaði frá avgerðini.

- Eg gleði meg til, at rætturin reinsar mítt navn, tí ákærurnar eru ógrundaðar, segði Kurz við blaðið, Kronen Zeitung.

Sambært danska kringvarpinum skal fíggjarmálaráðið í Eysturríki hava keypt lýsingar fyri 7,5 mió krónur í einum blaði aftur fyri positiva umrøðu og villleiðandi meiningakanningar, sum skuldu økja um undirtøkuna hjá Kurz.

Tá Sebastian Kurz legði frá sær í oktober, tók flokksfelagin í konservativa flokkinum, Alexander Schallenberg, við sum kanslari í Eysturríki

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151