Føroyar vunnu týðandi toppdyst móti Monako

Føroyar vunnu týðandi toppdyst móti Monako
Føroyska talvlandsliðið er fremst í smálandakappingini í talvi, sum verður spæld á Malta
Føroysku telvararnir fyrireika seg til dystin móti Monako, sum teir vunnu
Mynd: Talvsamband Føroya  
 
02.12.2021 - 08:10

Føroyska talvlandsliðið vann í gjárkvøldið 2½-1½ á Monako í týðandi toppdysti í smálandakappingini í talvi suðuri á Malta.

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska tryggjaði Føroyum sigurin við sigri á 1. borði.

Á hinum trimum borðunum telvaðu Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol allir javnt. 

 

Vunnið allar dystirnar

Føroyar hava vunnið allar seks dystirnir í kappingini higartil, og eru fremstar av teimum tíggju liðunum í kappingini.

Trý umfør eru nú eftir - og ein toppdystur aftrat. 

Kýprós hevur nú lagt seg út í kappingina við hini oddaliðini, og er í løtuni nummar tvey í røðini. Føroyar og Kýpros telva í morgin. Talvkappingin millum smátjóðir í Evropa endar leygardagin.

 

Eingin avgerð hómast

Eingin avgerð hómast enn í finaludystinum um heimsmeistaraheitið fyri einstaklingar millum norska heimsmeistaran Magnus Carlsen og russiska avbjóðaran Ian Nepomniachtchi.

Higartil hava teir telvað fimm talv sínamillum, og øll eru endað jøvn. Í alt fjúrtan talv skulu telvast. Dysturin millum norðmannin og russaran er í Dubai, og síðsta talvið er ásett at vera 14. desember. 

Sætta talvið verður í morgin.

31 ára gamli Magnus Carlsen hevur verið heimsmeistari í talvi síðani 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946