- Tíðindi, mentan og ítróttur
NSÍ og B36 spæla finalu um smáar tvær milliónir krónur
Longd leiktíð og drúgv brotssparkskapping skuldi til, áðrenn 20 ára gamli Sølvi Sigvardsen tryggjaði NSÍ annað plássið í finaluni um Løgmanssteypið og sendi HB aftur til Havnar við ongum.
Tað var annars HB, sum fekk eina flúgvandi byrjan upp á dystin. Hilmar Leon Jakobsen skoraði til 1-0 longu tá tríggir minuttir vóru spældir, og tólv minuttir seinni økti Bartal Wardum til 2-0, og tað var ilt at ímynda sær, at NSÍ fór at koma aftur.
Men tað gjørdi heimaliðið, so tað stóð eftirí. Klæmint A. Olsen minkaði um munin, tá góður hálvur tími var leiktur, og tá 11 minuttir vóru eftir at spæla javnaði innskifti Búi Egilsson til 2-2.
Lítið hendi í longdu leiktíðini, og so varð neyðugt við brotssparkskapping. Teitur Matras Gestsson fekk fyrsta dystarbóltin, men Tórður Thomsen, sum var sendur á vøllin bert til brotsspørkini, takkaði fyri álitið og bjargaði.
Jákup Jakobsen fekk annan dystarbóltin - hesa ferð til NSÍ - men Teitur Matras Gestsson helt lív í HB. Hann fekk einki gjørt kortini, tá Michal Przybylski misnýtti, og Sølvi Sigvardsen, sum var komin inn sjey minuttir áðrenn dystarlok, skoraði og sendi tey gulu í dreymaland.
B36 vann sannførandi á Tórsvølli
Víkingur hevði gott útgangsstøði á Tórsvølli eftir 1-0 sigurin í Sarpugerði í fyrru hálvfinaluni, og vóru favorittur at spæla seg víðari hjá teimum flestu.
B36 gjørdi tó spádómarnar til skammar við einum tryggum 3-0 sigri. Sebastian Pingel, sum fer aftur til Danmarkar eftir hetta kappingarárið, var stóri spælarin hjá heimaliðnum. Fyrst stútaði hann B36 framum tíðliga, og tá átta minuttir vóru eftir at spæla tryggjaði hann finaluplássið við málið til 3-0.
Harímillum hevði Mathias Thrane skorað til 2-0, meðan Víkingur royndi og royndi, men fingu ikki útivallarmálið, sum nógv roknaðu við fór at verða avgerandi.
Tískil kann B36 framvegis bjarga sær kappingarárinum við steypasigri, sum hevur við sær evropapláss næsta ár og smáar tvær milliónir krónur. Mótstøðuliðið er also NSÍ, sum sjálvsagt fyrst og fremst spælir um steypið, men sum eisini verjir júst evropaplássið og pengarnar.