Tveir tilburðir av omikron í Danmark

bannari
Tveir tilburðir av omikron í Danmark
Nýggja frábrigdið er helst longu staðfest í Danmark
 
28.11.2021 - 10:41

Tvey fólk í Danmark hava helst longu havt nýggja koronufrábrigdið, omikron, við sær til Danmarkar.

Tað upplýsti danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, í tíðindaskrivi í gjárkvøldið.

Hann segði, at grundaður mistanki var um, at tey høvdu funnið fyrstu tveir tilburðirnar. 

Omikron-frábrigdið var staðfest fyrr í hesi vikuni í Suðurafrika. Stúrt verður fyri avleiðingunum av nýggja koronufrábrigdinum, og stór óvissa er í løtuni um, hvørja ávirkan hetta kann hava á smittustøðuna og á virknaðin av koronukoppingarevnum.

Tey bæði fólkini, sum eru smittað og komin til Danmarkar, hava verið í Suðurafrika og eru nú í sóttarhaldi, meðan myndugleikarnir smittuspora. Tey vóru komin til Danmark umvegis flogvøllin í Amsterdam.

Øll fólk út í triðja lið, sum hava verið í sambandi við smittaðu fólkini, skulu fara í sóttarhald og lata seg kanna, segði heilsumálaráðharrin í gjárkvøldið.

Danska TV2 skrivar í morgun, at í løtuni vita myndugleikarnir um 48 fólk, sum vera mett at vera nærkontaktir, umframt tey, sum sótu tætt við tey í flogfarinum. 

Aftur á reyða lista

Alsamt fleiri lond seta nú Suðurafrika og fleiri í lond í sunnara parti av Afrika á reyða lista og mæla fólki frá at ferðast har fyri at seinka smittubreiðingini av nýggja frábrigdinum.

Uttanríkisráðið í Suðurafrika finst tó at hesari gongdini, tí kenslan er, at tey verða revsað fyri at hava boðað skjótt frá um nýggja frábrigdið.
- Gott vísindaligt arbeiði eigur at lønast og ikki revsast, skrivar ráðið í tíðindaskrivi í gjár, sambært danska kringvarpinum.

Nýggju ferðaavmarkingarnar raka Suðurafrika og tess grannalond hart, tí ferðafólkaárstíðin er júst við at taka seg upp, eftir at fleiri av hesum londunum nýliga eru sloppin av listum við ferðaavmarkingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151